Nevnir ein felagslív í Danmark, regattasigling í Danmark, felagið Neystið og mangt annað, so er Ólavur á Heygum felagsnevnarin, og hann er kendur millum føroyingar úti og heima.
Men lív hansara hevur so mangar aðrar síður, tó at sigling og felagslív eru týðandi partar. Millum annað starvaðist hann í mong ár sum fangavørður í Vestre Fængsel, har brotsmenn við hørðum dómun ofta sita.
Hesum, og mongum øðrum, greiðir Ólavur frá í bók síni, har hann í smásøgum greiðir frá ymsum á lívsleið síni. Bókin eitur “Fra fiskerdreng i Nordatlanten til fængselsbetjent i Vestre Fængsel”. Stundum skemtiliga, stundum álvarsliga, verður sagt frá lívsleiðini, og við løttum penni verður hetta gjørt í smásøgum, ið er lættur og undirhaldandi lesnaður.
Á Heygum
Mong kenna eisini navnið Ólavur á Heygum frá undangongumanninum í Vestmanna á sinni, ið fyrstur, og fyri egna rokning, legði telefonsamband millum bygdir, og sum var fyrstur við so mongum.
Navnið á Heygum verður eisini oftast sett í samband við Vestmanna. Men fangavørðurin í Danmark, Ólavur á Heygum, er uppvaksin á Tvøroyri, og undangongumaðurin á Heygum í Vestmanna er abbi hansara.
Søgan er henda:
- Pápi flutti til Tvøroyrar í 1936, tá A.T. (Arbejdernes Trawlerdrift) varð sett á stovn. Hann var stjóri har frá 1936 til 1952.A.T. gjørdist stórt reiðarí, og talan var í veruleikanum um Kjølbrø og A.T., og millum manna varð tosað um Norðpólin og Suðurpólin, so stórar vóru hesar fyritøkur, greiðir Ólavur á Heygum frá.
- A.T. hevði sluppir, skip, trolarar, handil, bedning og maskinturkihús, sigur Ólavur, tá vit hitta hann í einum eldri sethúsum í heimstaðnum Tvøroyri.
Húsini eigur dóttur Martin Joensen, rithøvund, og har stendur eisini skriviborðið, har Martin Joensen skrivaði stórverkið Fiskimenn og aðrar søgur, sum í dag standa sum varðar í føroyskum skaldskapi, og vit seta okkum eina løtu við hetta søguliga borð at práta og taka eina mynd av Ólavi og bók hansara.
Lívið út í bók
Ólavur á Heygum av Tvøroyri royndi, sum so mangur, sjólívið. Í 1952 fór hann til Danmarkar. Tuberklar forðaðu ætlanum um at læra til timburmann. Hann fór ístaðin á háskúla, arbeiddi á víngoymslu og tók í 1961 handilsskúlaprógv frá Tietgenskúlanum í Odense. Arbeiddi síðani á skrivstovu. Frá 1974 til 2003 var Ólavur fangavørður í Vestre Fængsel.
Bókin hjá Ólavi er ætlað bæði dønum og føroyingum, ið óivað kunnu hava nógv felags eyðkenni, men eisini kunnu læra um hvør annan. Um orsøkina til, at hann valdi at skriva bók um lív sítt, sigur Ólavur:
- Bæði familja og starvsfelagar hava sagt, at eg sigi so mangar søgur, at best hevði verið, um eg skrivaði hesar á papír. Eisini vildi eg siga søguna um at vera føroyingur í Danmark, so sum ein føroyingur upplivir tað og sigur søguna. Haldi tað manglar, at ein sum kennir til tað, greiðir frá tí, og tað sama er galdandi viðvíkjandi kriminalforsorgini. Eisini her vildi eg , sum ein sum kennir støðuna, siga frá, heldur enn at sensatiónsmiðlafólk siga søguna, sigur Ólavur á Heygum.
Hann metir, at hann í bok síni kanska kemur eitt sindur nærri nøkrum sannleikum, enn so mangt annað, ið er skrivað um somu evni.
Fangar vístu Ólavi álit
- Sum fangavørður havi eg upplivað, at fangar hava víst mær álit. Ikki allir fangavørðar uppliva hetta. Ein má skilja, at fleiri fangar hava gjørt eitt alvársligt lógarbrot í sinnismuni, men annars eru vanlig menniskju. Eg havi sjálvandi eisini upplivað vandastøður sum fangavørður, men eg eri komin tætt inn á fangarnar, og havi upplivað nógv gott, sigur Ólavur á Heygum.
Í bók síni greiðir hann m.a frá, tá hann helt sín 60 ára føðingardag til arbeiðis í fangahúsinum, og fekk gávu frá fangunum, og frá tíðini, tá hann var skipari á skipinum Lodsen, sum kriminalforsorgin átti, og sum hevði fangar sum manning.
Fullir fangar við Áir
Stuttligt er eisini brotið, har Ólavur sigur frá tíðini sum fangavørður í Føroyum, tí eitt skifti starvaðist hann í Føroyum, nevniliga norðuri á ALV skúlanum við Áir, har fólk sótu, ið høvdu mist koyrikortið. Og serliga hendingin, har fangarnir munnaðu sær á í røttum veitslurómi, er skemtiligur lesnaður.
Í bók síni kemur Ólavur í stuttum minnisbrotum inn á sera mangar tættir á lívsleið síni, eisini innan felagslív, har hann hevur verið á odda í m.ø. Færø Regatta, Neystinum og Róðrarfelagnum Tvørabáturin.
Ólavur kemur í bókini sera víða,og heili 74 smásøgur, kapitlar, eru í hesi hugtakandi ævisøguni hjá Ólavi á Heygum.
Almenn bókaframløga
Bókin hjá Ólavi á Heygum er nú til keyps, og mánadagin 28. september er almenn bókaframløga á Kunningarstovuni á Tvøroyri frá kl. 13:00 til 16:00. Har fer Ólavur at greiða frá bókini. Tann 20. oktober verður bókin løgd fram í Føroyahúsinum í Keypmannahavn.