Fangaflúgvingin skal kannast

ES-tingið vil nú hava greiði á, hvat tey einstøku limalondini góvu USA loyvi til í sambandi við tey sokallaðu fangaflogførini hjá CIA, og hvat amerikanararnir gjørdu á evropeiskari jørð í bardaganum ímóti yvirgangi.

-Upplýsingar frá ST, Evroparáðnum og ymsum fjølmiðlum eru komnar við nýggjari vitan um loynilig CIA-fongsul í Evropa, CIA-flogferðir í loftrúminum hjá ES-londum, og at fólk hava verið hildin aftur, sigur Héléne Flautre sambært Ritzau. Hon er limur ES-tinginum og ráðgevandi framsøgufólk málinum.

Í einari samtykt, sum ES-tingið gjørdi í dag, mælir tingið limalondunum til at kanna, um tað eru ella hava verið loynilig fongsul á teirra jørð, og um CIA hevur hildið fólki aftur.

Tingið fýlist serliga á Póland, Rumenia og Litava, tí tey hava ikki skipað fyri óvildugum kanningum av málinum.