Familjumøti í Vági

Sunnudagin 15. mars verður familjumøti í Meinigheitshúsinum í Vági Seinastu tvey árini hava hesi familjumøti verði hildin einar 3 til 4 ferðir árliga, og hava hópin av fólki leitað sær innar.

Hesaferð eru tað prestahjúnini úr Leirum í Hvalba, sum koma at hava familjumøti, sum byrjar kl. 17 og heldur á til umleið 17.45.

Á skránni er stutt andakt, felagssangur og hugni.

Eftir tað verður drekkamunnur á skránni.

Meinigheitshúsið hevur júst fingið gjørt køkin av nýggjum, soleiðis at hesin er tíðarhóskandi, og sunnudagin verður so høvi hjá fólki at koma framvið og síggja hendan.

Øll eru vælkomin á familjumøti sunnudagin í Vági, sum byrjar kl. 17.00. Av tí sama verður eingin sunnudagsskúli og møti, men alt verður lagt saman til tiltakið kl.17.00.