Familjugudstænasta og 84 ára dagur

Familjugudstænasta verður í Vágs kirkju sunnudagin. Og eisini verður minst, at kirkjan fyllir 84 ár. Kirkjan varð vígd 19. februar 1939. Grundarsteinurin varð tó lagdur í 1927.

 

Skráin fyri gudstænastuna er henda:

 

Sunnudagin 19. februar er Vágs kirkja karmur um eina familjuguðstænastu.

 

Kl. 10.30 er kaffi til vaksnu og okkurt til børnini, áðrenn sjálva guðstænastuna kl. 11.00. Á skránni eru 3 stuttir sálmar, áðrenn Patrik De Neergaard prestur hevur stutta andakt.

 

Aftaná andaktina syngja børn og vaksin saman 3 sunnudagsskúlasangir og Finn fer at fortelja stutta søgu.