Familjan var bangin um Katrina

Áðrenn Katrin Kallsberg kom til Føroyar at arbeiða, varð hon send til gamla Jugoslavia fyri Læknar uttan Landamørk. Í 1995 arbeiddi hon eina tíð í tí so seinni kenda býnum, Srebrenica. Hetta var beint undan stóra fólkadrápinum, ið fór fram har á sumri hetta árið.

- Eg kann kanska siga tað á tann hátt, at tíbetur var eg farin aftur til Danmarkar áðrenn hesin ræðuleikin fór fram, sigur Katrin Kallsberg við Sosialin.

 

Hon sigur, at tá hon var í Jugoslavia, var tað ikki so ógvusligt, men hon veit, at tey, sum sótu heima í Føroyum, vóru bangin um hana.

- Omma bant mær eina troyggju til føroysku klæðini tað várið. Troyggjan skuldi brúkast, tá ið vit giftust hetta summarið. Omma segði, at neyvan var nøkur troyggja tøvd í so nógvum tárum sum hendan, sigur hon.

 

Les eina longri samrøðu við Katrina Kallsberg í Sosialinum, sum er borin í hvørt hús í dag.