Familjan í Snarskivini

Í gjár lótu Kári Svensson og dótturin, Ásla Rannvá Svensson upp listaframsýning á torginum í Snarskivuni.
Snarskivan, ið er avgreiðslan hjá Tórshavnar Kommunu, húsast saman við postavgreiðsluni í gamla posthúsbygninginum í miðbýnum í Havn. Hugnaliga forhøllin, sum verður kallað Torgið, verður eisini brúkt til framsýningar, sum mentamáladeildin skipar fyri.
Síðani Snarskivan lat upp, hava skiftandi framsýningar verið á Torginum, har føroysk listafólk hava sýnt fram, og nú er Torgið aftur karmur um enn eina framsýning. Hesuferð hjá Kára og Áslu Ránnvá.
Kári man teljast millum kendastu listarmálararnar í Føroyum, og dótturin Ásla Ránnvá, hevur luttikið á bæði ólavsøku- og várframsýningum. Nú verður høvið at síggja faðir og dóttir saman á hesi felagsframsýning.
Til ber at síggja listaframsýningina tá opið er í snarskivuni. Tað er mánadag ? fríggjadag frá klokkan 9 á morgni til klokkan 16 seinnapartin. Tó er tað opið hósdag til klokkan 18.