Faldari um vistskipanir

Havið er týðandi tilfeingi hjá okkum. Tí er týdningarmikið at raðfesta verju av havinum móti virksemi og dálking, sum ávirkar havsins umhvørvi og virkni. - Tá prátið kemur á oljudálkingar verður ofta sipað til størri oljulekar. Smærri oljulekar, sum kunnu koma fyri í sambandi við vanliga ferðslu á sjónum, eru eins týdningarmiklir at forða. Smærri oljulekar henda ofta nær landi og í firðum, har oljan ikki spjaðist eins væl sum á opnum havi.

Umhvørvisstovan sigur á síni heimasíðu, at talan ofta er um sera viðbreknar vistskipanir, har nógvur fuglur heldur til, og sum samstundis eru uppvakstrarøki hjá smáfiski, eitt nú toski og ymiskum flatfiski.

- Norðurlendski arbeiðsbólkurin, sum arbeiðir við vistskipanum í havinum, hevur givið út faldara, har dømi um granskingarverkætlanir innan norðurlendsk havumhvørvi eru lagdar fram.

Lagt verður aftrat, at dømini eru vald til tess at veita felagsskapum og almenningi, ið hevur áhuga í umhvørvi, eina yvirskipaða fatan av, hvussu granskarar saman við sínum norðurlendsku og evropeisku starvsfeløgum royna at loysa ymiskar dálkingartrupulleikar.

Umhvørvisstovan vísir á, at aðalmálið við faldaranum er at læra at skilja, hvussu vistskipanirnar á havinum virka, og hvussu vit skulu fyrisita okkara tilfeingi.

Faldarin kann fáast við at venda sær til Umhvørvisstovuna, men kann eisini heintast í pdf-sniði á heimasíðuni hjá stovninum.