Fakta um ferðsluskaðanevndina í Danmark

Danska ferðsluskaðanevndin, sum sá dagsins ljós í 2001, er ein nevnd, sum er mannað við tíggju fakfólkum av ymsum slagi umboðandi læknar, sálarfrøðingar, bileftirlit, løgregluna og Vegdirektoratið.

Endamálið við ferðsluskaðanevndini er, at hon skal við títtum millumbilum gera tvørfakligar kanningar av typum av ferðsluvanlukkum, sum koma ofta fyri í Danmark.

Endamálið við kanningunum er, at fáa eina betri og meira nágreiniliga mynd av vanlukkuumstøðunum og eina størri vitan um møgulig viðurskifti, sum kunnu liggja aftan fyri eina tílíka vanlukku, enn fáast kann við eini vanligari vanlukkukanning.

Arbeiðið hjá Havaríkommissióini hevur onki við arbeiðið hjá løgregluni ella bileftirlitinum at gera. Ei heldur tekur hon støðu til skuld.

Tá úrslit fyriliggja, tekur nevndin í tann mun tað ber til, niðurstøður fram, sum avvarðandi myndugleikar kunnu umhugsa í teirra ætlanum.