FAKTA: Her eru nýggir upplýsingar í Kim Wall málinum

Í dag hevur løgreglan lagt fram týðandi upplýsingar í málinum um deyðan hjá svenska journalistinum, Kim Wall

Í dag hevur løgreglan lagt fram týðandi upplýsingar í málinum um deyðan hjá svenska journalistinum, Kim Wall.

 

Københavns Politi hevur í morgun hildið tíðindafund í málinum. Her eru nýggju upplýsingarnir, sum eru komnir fram í málinum:

 

* Ein posi er funnin á sjónum við klæðum og einum knívi. Posin varð tyngdur við blýggjloddum.

 

* Síðani eru funnin tvey bein á sjónum. Við stripsum eru metalstykki heft á beinini.

 

* Ein posi við einum høvdi er funnin, sum er staðfest at vera høvdið hjá Kim Wall.

 

* Løgreglan hevur ikki staðfest skaða á skallanum hjá Kim Wall. Eingi brot eru ella tekin um harðskap móti skallanum.

 

* Skaðar eru staðfestir á kropslutunum, men ikki skaðar, sum siga nakað um, hvussu Kim Wall doyði.

 

* Løgreglan kannar nú, um deyðsorsøkin hevur nakað at gera við, at høvdið er skilt frá kroppinum.

 

* Víðari kanningar verða gjødar av klæðum, sum eru funnin. Tey er sambært løgregluni í lutfalsliga góðum standi eftir at hava ligið so leingi í sjónum.

 

* Løgreglan vil enn ikki siga meira um tann knívin, sum er funnin.

 

* Løgreglan leitar framvegis eftir ørmunum hjá Kim Wall, sum tey enn ikki hava funnið.

 

Kelda: Københavns Politi.

 

/ritzau/