FAKTA: Ferðin hjá Kastrup frá stati til privat

Eftirlønartryggingarfelagið ATP hevur keypt meirilutan av Københavns Lufthaven. Tað er úrslitið av meira enn 10 ára einskiljingarætlanum

Eftirlønartryggingarfelagið ATP hevur keypt meirilutan av Københavns Lufthaven. Tað er úrslitið av meira enn 10 ára einskiljingarætlanum.

 

ATP hevur avtalað at keypa partin hjá avstralska Macquaries í Københavns Lufthavne fyri eina milliardaupphædd. Keypið skal fyrst góðkennast av kappingarmyndugleikunum.

 

Harvið er Københavns Lufthavne, sum eiga Kastrup Lufthavn, tætt við at fáa ein nýggjan danskan stórpartaeigara.

 

Her er eitt yvirlit yvir menningina og ognarskapin í floghavnini:

 

– Københavns Lufthavne varð stovnað í 1925 sum Københavns Lufthavnsvæsen.

 

– Københavns Lufthavnsvæsen var í 1990 broytt til Københavns Lufthavne A/S við statinum sum einasta partaeigara.

 

– Felagið varð broytt til partafelag, fyri at felagið skuldi kunna rekast á handilsligum grundarlag.

 

– Københavns Lufthavn A/S eigur flogvallirnar í Kastrup og í Roskilde.

 

– Í februar 1994 varð gjørt av at minka um ognarlugin hjá statinum til 75 prosent og at skráseta felagið á virðisbrævamarknaðinum.

 

– Skrásetingin varð framd í mars 1994. Partabrøvini vóru noterað á København Fondsbørs 11. apríl í 1994.

 

– Í 1996 seldi staturin enn 24 prosent av sínum partabrøvum. Úrslitð av tí var, at staturin nú átti 51 prosent.

 

– Seinsta sølan av partabrøvum hjá statinum fór fram í 2000, tá danski staturin seldi 17 prosent av partabrøvunum. Síðani átti staturin 34 prosent.

 

– Parturin hjá danska statinum vaks aftur frá 2000 til 2006 til 39,2 prosent av tí at CPH keypti eginpartabrøv.

 

– Avstralski fíggingargrunnurin Macquarie keypti seg inn í Københavns Lufthavne í 2005 og keypti meira í 2009.

 

– Í mai 2017 boðaði Macquarie frá, at tey umhugsaðu at selja sín lut. Tað er um at henda nú.

 

– Ognarluturin verður, um sølan verður framd, soleiðis:

 

Copenhagen Airports Denmark (OTPP og ATP): 57,7 prosent.

 

Danski staturin: 39,2 prosent.

 

Útlendskir íleggjarar: 1,8 prosent.

 

Danskir íleggjarar: 1,3 prosent.

 

Kelda: cph.dk

/ritzau/