Fáir riddarakrossar til landsstýrisfólk

Mynd: landsstyrid.fo

Í gjár bórust tíðindini at hennara hátign Margretha Drotning kemur á almenna vitjan til Føroya í juni.


Slíkar vitjanir eru vanliga eisini eitt høvi hjá drotningini at handa riddarakrossar til ymisk fólk, ið drotningin metir hevur heiðurin uppibornan.


Vanliga verður ikki upplýst hvør fær handa riddarakrossin, men ríkisumboðið, Dan M. Knudsen, sigur við in.fo, at millum tey, ið vanliga fáa handað riddarakrossar eru løgmenn, landsstýrisfólk og løgtingsformenn.


- Í Føroyum er eingin meginregla um, at landsstýrisfólk skulu hava sitið eitt ávíst áramál, so eingin veit hvør fær handað ein riddarakross. Men tað verður vanliga mett, at landsstýrisfólk skulu hava sitið eina tíð í sessinum. Viðvíkjandi løgmonnum og løgtingsformonnum er talan um eina heilt aðra tign, so har er støðan øðrvísi.


Tað er tó ivasamt, um tað eru serliga nógv landsstýrisfólk, ið høvdu takkað ja til heiðurin. Tað er nevniliga siðvenja millum bæði javnaðarfólk og tjóðveldisfólk at takka nei til riddarakrossar, og tá sjey út av átta landsstýrisfólkum eru tjóðveldis- ella javnaðarfólk, umframt at løgtingsformaðurin er tjóðveldismaður, so er heldur ivasamt, um nakað landsstýrisfólk tekur móti riddarakrossinum, um tey fáa høvi.


Øðrvísi er við Poul Michelsen, einasta landsstýrisfólk, ið ikki umboðar Tjóðveldi ella Javnaðarflokkin. Poul Michelsen hevur longu fingið tillutað riddarakrossin, so í hansara føri hevði talan verið um Ridder af 1. grad af Dannebrogordenen. Ein heiður, ið hann ikki hevði takkað nei til.


- Onnur gera hendan spurningin sera torskildan, men fyri mær er tað einkult. Eg tók móti riddarakrossinum tá eg var borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, tí tað er siðvenja. Eg dugdi ikki at síggja nakra orsøk at takka nei. Harafturat havi eg bæði fingið tillutað íslendska falkin og finsku løvuna. Eg brúki tær aldrin, men eg takki fyri, tá eg fái tær, sigur Poul Michelsen í stuttari viðmerking við in.fo.

Mynd: landsstyrid.fo

Mynd: landsstyrid.fo

Mynd: landsstyrid.fo

Mynd: landsstyrid.fo

Mynd: landsstyrid.fo