HB vann sunnudagin sítt 23. meistaraheitið, tá teir vunnu 2-1 á KÍ í Klaksvík. HB og KÍ eru arvafíggindar á vøllinum, men nógv bendir á, at uttanfyri vøllin er vinarlagið størri, enn tá dysturin er í gongd.
Les eisini: (FM1) Samrøður við fegnar HB arar
Eftir dystarlok ljóðaði millum annað ”We are the Champions” úr hoytalaranum, og ”Sweet Caroline”, sum HB ararnir hava tikið til sín í ár. Eisini ljóðaðu fleiri HB-sangir úr hoytalarunum við Djúpumýru. Maðurin í KÍ-búrinum er erka KÍ-viðhaldsmaðurin Kristian Joensen.
- Tú skal duga at gleðast saman við teimum, ið gleðast. Eg haldi tað hevði verið undarligt, bara at fari avstað. Lívið er hóast alt meir enn fótbóltur. Hatta var ein stór løta hjá teimum, og eg vildi ikki gera hana verri, sigur Kristian Joensen.
Hann er millum annað tiltikin fyri at gera nógv burturúr, tá heimaliðið skorar. Hóast feløgini eru arvafíggindar, so hevur Kristian Joensen einki ilt hoyrt um sangirnar, men bara gott.
- Ja, har komu onkrir HB-áskoðarar inn í búrið og takkaðu fyri. Eg var bangin fyri, at onkur klaksvíksingur fór at gerast illur, men nei - eg havi einki negativt hoyrt um tað, sigur Kristian Joensen.
Somuleiðis vísti B36 og teirra viðhaldsfólkini stórsinni, tá teir klappaðu og ynsktu HB til til lukku við FM-heitinum, tá bussarnir komu aftur í Klaksvík. Fair play má sigast.