Facebook vil ávara ímóti russiskum lygnum

Sosiali netmiðilin Facebook arbeiðir nu við at menna eina tænastu, sum kann ávara brúkarar ímóti boðum, greinum og síðum, sum russarar brúka til at spjaða manipulerandi upplýsingar við.

Tað skrivar The Guardian.

Russland verður í hesum døgum lagt undir at hava blandað seg upp í fleiri demokratisk val í vesturheiminum – eitt nú forsetavalið í USA, valið í Stórabretlandi og fólkaatkvøðuna í Katalonia. Hetta hava russarar gjørt við at spjaða følsk og misvísandi tíðindi á eitt nú Facebook.

Nýggja tænastan hjá Facebook og Instagram skal gera fólk varug við, um tey hava verið í samband við brúkarar, sum Internet Research Agency, ið er ein alment fíggjaður russiskur felagsskapur, hevur upprættað ella havt nakað við at gera. Facebook fer at siga fólki frá, um tey hava dámt innihald ella fylgja einum av hesum brúkarum.

Facebook fer tó neyvan at fáa fatur á øllum fólkum, sum hava lisið tilfar hjá russarum, tí mett verður, at umleið 140.000 fólk hava sæð ella lisið misvísandi greinar, uttan at tey hava dámt nakað ella fylgja avísari síðu, og nýggja fráboðanarskipanin fevnir ikki um hesi fólk.