Facebook skapar hjúnarskilnaðir

Ein uppgerð í Bretlandi vísur, at orðið “Facebook” er við í triðja hvørjum hjúnarskilnaði har.

 Ofta er tað annar hjúnarfelagin sum heldur, at hin hevur havt ópassandi framferð á Facebook.

- Fólk seta seg til dømis í samband við fyrrverandi makar, og boðini kunnu saktans verða óskyldig, men tey skapa rok. Og so er Facebook eisini upplagt at brúka, um fólk vilja hava eina afferu ella vilja flirta við mótsatta kynið, sigur Mark Keenan, sum er advokatur, við blaðið Daily Mail.

Í USA er gongdin tann sama, og har verður tosað um, at Facebook-avdúkingar eru blivnar nútíðar varrastiftin á skjúrtuni.