Fáa bót fyri ikki at hugsa um fólk við breki

Fólk hava kanska ikki tikið tað í álvara, tí eingin revsing hevur verið


Nú skal tað bera til at geva teimum bót, sum ikki tryggja atkomumøguleikarnar hjá fólki ið bera brek.

Tað sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum.

Fólk, sum sita í koyristóli, ella hava onnur rørslutarn, munnu mangan ásanna, hvussu torført tað er at ferðast, tí trappur, smalar hurðar, kantar og annað mangt, gera tað nógva staðni ógjørligt at sleppa framat, bæði í Havnini, og nógva staðni kring landið.

Og í løgtinginum í gjár vildi Hanus Samró, tingmaður fyri Fólkaflokkin, hava at vita frá landsstýriskvinnuni, hvørjar ætlanir hon hevur á økinum.

Og Annika Olsen sigur, at nu eru útlit fyri eini broyting.

Hon vísir á, at í 2010 varð kunngerð um atkomuviðurskifti sett í gildi, men tann kunngerðin varð gjørd eftir eini gamlari lóg frá 1954 um byggi- og býarskipanar.

Men í hesi lógini var eingin heimild at revsa tey, sum ikki hildu hana.

- Tað kann hava elvt til, at fólk hava ikki tikið kunngerðina um atkomuviðurskifti í nóg stórum álvara, tí tey vórðu ikki revsað kortini, heldur Annika Olsen.

 

Men nú er ein nýggj byggilóg á veg, og eftir hesi lógini skal tað bera til at geva fólki bót, sum ikki halda kunngerðina um atkomuviðurskifti.

Annika Olsen Olsen sigur, at hetta kann vera ein máti at bøta um støðuna.

Men hon sigur, at vit eiga eisini at fáa eina brekpolitiska virkisætlan fyri Føroyar, sum eisini umfatar atkomuviðurskiftini.