Faðirleikluturin í fosturláti og fosturtøku

Føroya ProVita skipar hósdagin og fríggjadagin 29. og 30. oktobur fyri skeiðum og fyrilestri um faðirleiklutin í sambandi við fosturlát og fosturtøku.

Við hesum skeiðum og fyrilestri um faðirleiklutin í sambandi við fosturlát og fosturtøkur ynskir Føroya ProVita serliga at varpa ljós á er leiklutin hjá pápum, bæði tá tað kemur til fosturlát og fosturtøkur.

»Fosturlát og fosturtøkur hava nógv offur. Harímillum eru eisini páparnir. Vísindaligar kanningar vísa nevnliga, at menn hava svárari við at koma ígjøgnum sorg eftir miss av óføddum barni.

Í sambandi við fosturlát og fosturtøkur er tað oftast mamman, ið er í fokus. Men aftanfyri hvørt fosturlát og hvørja fosturtøku er eisini ein pápi, antin ein pápi í sorg ella ein pápi, ið ikki viðurkennir sína ábyrgd«, sigur Føroya ProVita í tíðindaskrivi.

Elisabeth og Carl Sukkot arbeiða innan felagsskapin Tilflugten, sum er felasskapur fyri vísindaligar og praktiskar erfaringar um tyngjandi fylgjur av fosturláti og fosturtøkum.

Elisabeth og Carl Sukkot hava í 25 ár arbeitt við at spreiða út virðingina fyri lívinum. Ígjøgnum hesi árini hava tey savnað stórar sannroyndir í sambandi við reaktiónir og sorg eftir fosturlát og fosturtøku tíðliga í barnsburðartíðini.

Skeiðini verða í Grúgvini í Lamba hósdagin og fríggjadagin 29. og 30. oktobur frá klokkan 10 til 16. Almenni fyrilesturin verður á Parnassinum á Hafnia leygardagin 31. oktobur klokkan 14.

Tilmelding kann fara fram hjá Hildu Viderø, Oslu Sevdal, ella á diakon@kallnet.fo.