Fáur lýgur meira enn milliardina

Útsagnirnar hjá Jóannesi Eidesgaard um undanfarna bankamálið mugu bera prísin sum mest niðurgerandi og ósonnu uppáhald í longri tíð

Við sera niðurgerandi orðum, svaraði fíggjarmálráðharrin Jóannes Eidesgaard einum fyrispurningi á tingi í farnu viku frá Annitu á Fríðriksmørk, um at fáa óheftar kanningar og allar veruligar upplýsingar fram í sambandi við Eik-málið.

Útvarpið var so beinasamt at senda hansara svar, har hann segði, at slíkar kanningar kostaðu milliónir fyri skattgjaldaran. Og Eidesgaard vísti á, at tað einasta, ið føroyingar fingu burturúr seinastu bankakanning í 90'unum, var at undirritaði varð valdur á ting (!).

Tá ið persónar á henda hátt verða álopnir alment, og tað verður endurgivið í eini tíðindasending, havi eg gingið í tí villfárilsi, at tann álopni slapp at svara aftur – ella at í minsta lagi álopini vórðu eftirkannað, og áleyparin slapp at standa til svars fyri rættleikan í sínum útsagnum. Men eisini hendan mest grundleggjandi reglan í einum upplýstum, fólkaræðisligum samfelag, tykist verða sett til viks undir ABC- valdinum í Føroyum.

Jóannes Eidesgaard hevur sitið í landsstýrinum og við fremstu politisku ábyrgd gjøgnum tvær bankakreppur. Heldur enn at læra av sínum mistøkum og taka ábyrgd, sýnist hann ístaðin at hava ment eitt sterkt ovurviðkvæmi mótvegis sannleikanum.

Tískil hendan rætting til ósonnu álopini hjá Eidesgaard:

Fjølmiðlarnir og bankamálið í 90'unum
Atvoldin til, at bankamálið í 90'unum varð kannað, og at allir duldir upplýsingar at enda komu fram, var ikki undirritaða fyri at takka. Longu í 1993 gjørdu Tróndur Djurhuus og Carsten Arnskov í sjónvarpinum eina sending, sum æt ”Tá Føroya Banki gjørdist Føroya Banki”. Hon vísti á tað politiska og peningaliga spælið, sum varð farið fram, tá landsstýrið tók yvir Føroya Banka frá Den Danske Bank, meðan bankin reelt varð tømdur fyri pening og virðir, ið fóru av landinum.

Í fyrtsani tordu flestu føroysku politikararnir ikki at krevja eina óhefta kanning, tí ongin tordi veruliga at seta spurnartekin við valdið og tess avgerðir – hóast seinni kom fram, at summi høvdu roynt aftan leiktjøldini – m.a. Finnbogi Ísakson og Marita Petersen, men kravið var skúgvað av borðinum.

Men eftir sendingina í SvF og upp gjøgnum 1994 byrjaðu danskir fjølmiðlar at vísa málinum ans. Serliga Jyllands Posten og ein tíðindamaður, ið æt Erik Eisenberg byrjaðu at biðja um innlit í skjøl og at kanna málið ordiliga. Teir avdúkaði m.a. ein embætismannabólk, nevndur ”Færøgruppen”, sum hevði viðgjørt málið frá byrjan.

Føroyskir fjølmiðlar fylgdu hesum upp – og nú byrjaðu fleiri og fleiri politikarar at krevja eina sonevnda dómarakanning (M.a. var Bjørn á Heygum, sum tá var tingmaður fyri sambandsflokkin, ein av oddamonnunum fyri kravinum).. Endin varð, at Løgtingið einmælt samtykti krav um dómarakanning.

Eisini tá Edmund og Eidesgaard
Hetta noktaði danska stjórnin – og táverandi løgmaður Edmund Joensen gekk beint ímóti løgtingsins ynski og samtykt. Eidesgaard var tá eisini fíggjarmálaráðharri í Føroyum, og kundi havt lagt ordiligt trýst á sín danska bróðurflokk, sum sat við valdið í Danmark. Men tað varð ikki gjørt.

Grønborg-kanningin
Endin á øllum rokinum var, at ein meiriluti á løgtingi gjørdi eina neyðsemju um at fáa eina sonevnda serfrøðingakanning heldur enn eina dómarakanning. Tó kundi nevndin avhoyra øll vitni umvegis býarrættin í Keypmannahavn. Nevndin fekk navnið ”Grønborg-nevndin” eftir formannin Jørgen Grønborg, ið varð royndur løgfrøðingur.

Munurin millum eina dómarakanning og hesa nevndina var serliga tann, at um talan hevði verið um eina dómarakanning, so høvdu fleiri danskir ráðharrar – harímillum bæði danski fíggjarmálaráðharrin og forsætisráðharrin verðið noyddir at lagt frá sær, tá úrslitið fyrilá, og socialdemokratarnir í Danmark høvdu mist valdið. Serfrøðingakanningin hevði ikki heimildir at staðfesta ábyrgd á ráðharrar.

Frá 1994 til 1997 granskaðu føroyskir og danskir fjølmiðlar miðvíst í øllum málinum. Sjónvarpið søkti um innlit í øll skjøl – í bæði Føroyum og í Danmark – og legði eisini alt fram í trimum sendingum um bankamálið, áðrenn frágreiðingin hjá Grønborg var liðug.

Tá Grønborg-frágreiðingin loksins kom í januar 1998, váttaði hon hvørt nikk og prikk, sum varð komið fram í fjølmiðlunum og sendingunum.

Stutt sagt, so hevði frá byrjan verið talan um neyva samskipan av politiskum avgerðum og áhugamálunum hjá danska fíggjarheiminum – og serliga hjá Den Danske Bank. Fíggjareftirlitið hevði ikki – og tað hevur tað heldur ongantíð gjørt – virkað sum nakar óheftur eftirlitsstovnur. Men hevði virkað eftir politiskum boðum og niðurstøðum, ið vóru hildnar vera skilabestar fyri danska fíggjarmarknaðin og fyri at fáa skil á tí, sum tey skírdu ábyrgdarleysar føroyskar politikarar og bankar.

Virði millum 1,5 og 3 milliardir
Úrslitið av øllum hesum varð, at landsstýrið setti krøv fram mótvegis bæði donsku stjórnini og Den Danske Bank um endurgjald.

Og í juni 1998 varð semja gjørd millum landsstýrið og donsku stjórnina, har skuldin hjá landskassanum fyri bankamálið varð bæði niðurskrivað við 900 mió. Krónum, 500 mió. vórðu fastfrystar, og rentan varð munandi lækkað av restskuldini. Og bæði Framtaksgrunnurin, Fíggingargrunnurin frá 1992 og Realkredittstovnur Føroya komu fult og heilt á føroyskar hendur.

Alt eftir, hvussu vit velja at rokna virðið – og nútíðarvirði – á hesi avtalu frá 1998, so hevur hendan avtalan verið verd millum 1,5 og 3 milliardir krónur fyri føroyska samfelagið – ja, helst væl meira í nútíðarvirði.

Niðurgeringin hjá Eidesgaard
Tað varð bert miðvíst arbeiði frá eini kritiskari føroyskari og danskari pressu, sum trýsti upplýsingar og sannleikan fram í málinum. Og tað fekk at enda politikarar at reagera – eisini teir, sum fyrst høvdu verið hart ímóti at kanna málið – og úttalaðu seg á sama hátt, sum Eidesgaard ger nú.

At Jóannes Eidesgaard og Útvarpið nú siga Føroya fólki, at slíkar kanningar kosta ov nógv. Og at tað einasta, ið kom burturúr seinastu kanning, var, at undirritaði varð valdur á ting.

Ja, tað er ikki bara grovt niðurgerandi mótvegis øllum teimum, sum hava goldið og enn gjalda dýrt fyri seinastu bankakreppuna. Tað er heldur ikki bara ómetaliga ábyrgdarleyst mótvegis tí, sum nú er hent. Tí er tað ikki skyldan okkara, at fáa alt fram – uttan mun til, um avgerðirnar eru tiknar í Føroyum, Danmark ella aðrastaðni? Hvat og hvønn skuldi tað skatt, um onki er at fjala? Og hevði nakað annað land góðtikið hesar hendingar uttan í minsta lagi at kravt allar upplýsingar fram?

Men útsagnirnar hjá Eidesgaard eru eisini so langt frá sannleikanum, sum nakað kann vera. Eidesgaard er í hvussu er meira enn ta einu millardina frá sannleikanum – umframt tær niðurbrótandi sálarligu avleiðingarnar, sum slíkt hevur fyri alt samfelagið.