Men sambært aðalstjóranum í Almannaráðnum, so passar tað yvir høvur ikki, tí samskiparin fær bara 33.600 krónur.
Tað er uttan iva óbehagiligt hjá einum starvsfólki soleiðis at verða hongt út av órøttum, og tí hevði tað nátúrliga verið, at hesi tíðíndi vórðu rættað.
Men tað vóru tey ikki. Sambært aðalstjóranum, so var tíðindaleiðarin bæði munnliga og skrivliga biðin um at rætta faktuellu skeivleikar, so vildu tey ikki tað.
Men sambært tíðindaleiðaranum, so er tað ikki Kringvarpið, sum eigur feilin, men tað er ein feilur á heimasíðuni hjá Almannaráðnum.
Halló Liljan Weihe! Tá faktum er, at Elin Winther Poulsen ikki fær 49.000 kr um mánaðin, men 33.000, so er tað fakta, sum hyggjarin skal hava, og so kunnu tú og aðalstjórin stríðast um tína sjálvhátíðarligheit!