Fótbólturin fær trupulleikar

Tað er væl hugsandi, at kravdu FIFA-reglurnar gera umsitingina av útlendingaøkinum enn truplari fyri føroysk fótbóltsfeløg

Útlendingar

Á komandi aðalfundinum hjá FSF verður eitt av málunum nýggju krøvini, sum limalondini hjá altjóða fótbóltssamgonguni, FIFA, skulu liva upp til.
Ein partur av hesum krøvum eru sonevndu transfer-vindeyguni. Tað vil siga avmarkað tíðarbil, har spælarar kunnu skifta millum feløg.
Her er lagt upp til, at tað í framtíðini verður so, at øll spælaraskifti skulu vera skrásett áðrenn 31. januar. Og verður tað galdandi, so verður at kalla vónleyst hjá føroyskum fótbóltsfeløgunum at knýta útlendingar at hópinum í framtíðini. Í øllum førum, so leingi sum útlendingalóggávan verður umsitin, sum hon verður í løtuni.

Loyvini skul vera í lagi
Ein av treytunum, sum verður sett fyri at útskriva spæliloyvi frá FSF er, at viðkomandi skal hava arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum.
Men við tungu málsviðgerðini á útlendingaøkinum er nærum vónleyst hjá feløgum at tryggja sær, at hesi loyvi er fingin í rættlag innan 31. januar. Hóast batar í málsviðgerðartíðini, so eru enn dømi um spælarar, sum hava bíðað í upp til hálvt ár eftir loyvum. Tað vil við øðrum orðum siga, at føroysk longu nú skulu leggja sær til rættis, hvørjar útlendingar tey møguliga hugsa um at hava í hópinum til kappingarárið 2007! Og tað er sjálvandi ikki ein støða, sum feløgini meta seg kunna liva við.

Enn eru FIFA-krøvini tó ikki sett í verk. Og sambært aðalskrivaranum í FSF, Ísak Mikladal, so verður eisini arbeitt við at loysa trupulleikan.
- Stjórnarfundur verður í ÍSF í næstum, og tá er hetta eitt av mállunum, sum verður tikið upp. Tí hetta er ikki bara ein trupulleiki fyri fótbóltin. Tað er ein trupulleiki, sum allur føroyskur hevur, og tí eigur og skal ÍSF verða partur av loysnini, sigur Ísak.
Hann dugir tó ikki at siga nakað um, hvussu ein loysn kundi sæð út. Men staðfestir bara, at verandi støða í øllum førum er ótolandi hjá feløgunum.