Francisco García, ungdómsvenjari hjá fótbóltsfelagnum Atlético Portada Alta í spanska býnum Malaga, er deyður av Korona-virusi. Hann gjørdist einans 21 ára gamal.
Francisco García hevði eitt slag av krabbameini, har hann ikki toldi at verða smittaður av Korona-virusi. Hetta skriva spanskir miðlar og Goal seinnapartin.
Ungi venjarin var innlagdur á sjúkrahús í Malaga eftir at hann í síðstu viku hevði fingið staðfest Korona-virus. Hann doyði seinnapartin í gjár.
- Vit í Atlético Portada Alta vilja við hesum vísa okkara samkenslu til familju og vinir hjá venjara okkara, Farancisco García, sum fór frá okkum í dag, skrivar felagið á sosialu miðlunum.
Sambært nýggjastu hagtølunum eru 9.191 fólk smittað við Korona-virusi í Spania, og av teimum eru 309 fólk deyð.