Oyggjaleikanevndin hevur tveitt fótbóltslandsliðið hjá Rhodos úr kappingini á Isle of Wight, og teir skulu ikki visa seg aftur á Oyggjaleikunum næstu seks árini.
Fótbóltsspælarar av Rhodos hava eftir øllum dømum ilt við at stýra sær, og nú hevur tað enn einaferð - fingið avleiðingar fyri fótbóltsluttøkuna á Oyggjaleikunum. Fyri 10 árum síðani gjørdu spælarar hjá Rhodos seg inn á ein dómara, og tá fingu teir leikbann á tveimum Oyggjaleikum.
Rhodos er tó sloppið inn í hitan aftur og hevur luttikið í fótbóltskappingini seinastu Oyggjaleikirnar. Men nú er aftur galið heilt galið.
Sunnukvøldið gjørdu fleiri spælarar hjá Rhodos um seg í dysti ímóti Grønlandi, og tveir spælarar vórðu útvísir. Mánakvøldið hevði ein spælari gjørt seg inn á fjórða dómaran, og nú tímir Oyggjaleikanevndin ikki meira.
Seinnapartin hevur nevndin boðað frá, at Rhodos er koyrt úr fótbóltskappingini her á Isle of Wight, og Rhodos hevur fingið leikbann frá fótbóltskappingunum í 2013 og 2015. Rhodos kann tí í fyrsta lagi luttaka aftur í fótbólti á Oyggjaleikum í 2017.