Fótbóltsleikari má amputera beinið

Landsliðsleikarin frá Uruguay, Dario Silva, er noyddur at amputera beinið.

Sunnumorgunin rendi hann útav í høvuðsstaðnum í heimlandinum, Montevideo, og læknarnir meta, at teir vera noyddir at amputera niðasta partin av høgra beinið hjá Silva. Verri er, at Dario Silva liggur enn uttan vit, og læknarnir eru bangnir fyri, at leikarin hevur fingið álvarsligan skaða í høvdið.