Av givnu umstøðunum varð fundurin hjá FSF við feløgini útsettur, tá hesin annars stóð á skrá seinasta vikuskiftið, og ístaðin verður fundurin nú leygardagin.
Fyrst og fremst er fundurin ætlaður sum eitt slag av eftirmeting, eins og fundurin á sín hátt kann fatast sum ein upptakt til aðalfundin hjá FSF, sum væntandi verður í februar.
Her hava feløgini høvi til undir meira óformellum umstøðum at tosa um tað, sum hevur gingist væl og minni væl í 2006, og í so máta er lítið at ivast í, at skipanin við spæliloyvum fer at fáa sín drúgva part av umrøðuni. Hvørt felag kann í mesta lagi hava trý umboð við á fundinum.









