Tætt við Toftavatn standa eini stór sethús. Rundan um stóru sethúsini eru nógv trø, sum gera økið til eitt serstakliga hugnaligt umhvørvið hjá búfólkum, starvsfólkum og vitjandi. Sethúsið eru nevnliga í dag eitt eldrasambýli, men upprunaliga vóru húsini barndómsheimið hjá konu Abraham - mammu Boga og Karl - sum eitur Kára Løkin. Løkin rennur framvið barndómsheiminum hjá Káru, og henda áin rennur eisini framvið fótbóltsvøllinum í Runavík, har teir sum bera eftirnavnið Løkin eiga nógv spor. Aftaná lokið kappingarár stendur Bogi við einum bronsumerki um hálsin, sum hann hevur vunnið við NSÍ, meðan Karl og Abraham hava verið við til at tryggja ÍF fyrstu europeisku luttøkuna í søgu felagsins við einum fjórða plássi í landskappingini, sum varð tryggjað í allarevstu løtu.
Karl er nøgdur
Karl Løkin er nøgdur við tað fyrsta kappingarárið í tí reyðu ÌF-troyggjuni.
– Vit komu í steypafinaluna, og vit gjørdust nummar fýra, og ÍF sleppur út í Europa fyri fyrstu ferð í søguni. Tá haldi eg, at ein kann verða nøgdur, slær Karl fast.
Karl er glaður fyri, at hann sum fótbóltsspælari kann sleppa at royna seg í Europa League komandi ár. Hann vónar tó, at ÍF sleppur undan at fara til tey fjarskotnu londini í Eystur-Europa. Karl dylir ikki fyri, at hann vónar, at ÍF fær eitt mótstøðulið úr Danmark, ella eitt lið úr einum av okkara grannalondum. Karl hevur eisini sett sær nøkur mál fyri hesum dystirnar.
– Talan er um eitt hægri støði, har ein kann vísa umheiminum, hvør dugur er í tær.
Nógvir hálvir fuglfirðingar
Heimafturkomin aftaná eitt fótbóltsuppihald í Randers helt Karl, at tað kundi verið stuttligt at royna fótbóltseydnuna í Fuglafirði, har pápin var venjari. Karl eigur eisini nógv spor á fótbóltsvøllinum í Fuglafirði.
- Sum yngri var eg ofta á vitjan hjá ommu í Fuglafirði, og ofta bleiv tað til, at eg var uppi á fótbóltsvøllinum allan dagin, so tað er púra víst, at eg havi eitt tilknýtið til ÍF, sigur hann.
Karl letur heldur ongan iva verða um, at hann eisini hevur røturnar, sum skulu til, fyri at gerast ein integreraður partur av ÍF. Hann og Ennigarð-brøðurnir, Andy Olsen og Øssur Dalbúð hava allar tað til felags, at teir eru hálvir fuglfirðingar, og hava tí eitt stórt tilknýti til Fuglafjørð. Og tí heldur Karl ikki, at fólk kunnu tosa um ”fremmandar spælarar”!
Eitt umskiftiligt kappingarár
Bogi Løkin hevur havt eitt rættiliga umskiftiligt ár sum fótbóltsspælari, har hann fyrra partin av árinum royndi seg í Frem úti í Valby í Keypmannahavn. Gamla arbeiðarafelagið, sum er stovnað í 1886 fór illa, bæði ítróttarliga og fíggjarliga.
Spurdur um hvussu hann hóast alt er nøgdur við tað persónliga fótbóltsárið, svarar Bogi.
- Tað hevur sjálvandi verið eitt sindur upp og niður, men tað hevur kortini verið ein menning í gongdini, sum árið er gingið, staðfestir Bogi.
Hann iðrar seg eitt sindur um, at NSÍ ikki rakk upp á ovasta tindin, aftaná góðu gongdina, liðið hevði fyrstu tveir triðingarnar av kappingini. Bogi vil ikki seta beinleiðis orð á niðurtúrin NSÍ fekk, sum elvdi til, at HB og EB/Streymur yvirhálaðu NSÍ á stigatalvuni.
– Tað er alt møguligt, sum ger seg galdandi. Vit komu í eina støðu, har vit vóru liðið, sum hinir eltu, og tað legði eitt eyka trýst á okkum. Til tíðir spældu vit ikki nóg væl, men tað vóru eisini dystir, har marginalarnir ikki vóru við okkum. Tað vóru dystir, har vit vóru tað betra liðið, og so fór tað kortini ikki okkara veg í hesum dystunum. Tað vísir seg at byrjar tað fyrst at ganga ímóti, so er tað sera torført at broyta gongdina, greiðir Bogi frá.
Lærdi nógv í Danmark
Sjálvt um talan var um eina harða tíð niðri í Danmark, so kennir Bogi, at hann hevur lært nógv av fótbóltsuppihaldinum í Frem.
– Eg tori at siga, at tað var vert at royna nakað annað, har ein kann menna seg. Men ein lærir skjótt, at tingini eru als ikki, sum heima í Føroyum, har liðfelagarnir eru vinmenn. Sosialt kann tað ikki samanberast á nakran hátt. Niðri í Danmark er talan um eina nógv harðari kapping. Um onkur hevur tørv á at seta niður á teg, fyri sjálvur at gerast betri, ja, so gera teir tað, greiðir Bogi álvarsamur frá.
Eitt greitt dømi um, at tað er ikki bara gamansleikur at fara uttanlands at royna sín fótbóltsførleika.
– Men tað gjørdi, at tú bleiv herdaður sum persónur, og fótbóltsliga vil eg siga, at tað er sunt at verða sálarliga sterkur. Tað er jú eisini nakrar dygdir ein roynir at framala í fótbóltsspælarum, slær Bogi fast.
Tað hjálpti, at leirvíkingurin, Andreas Lava Olsen spældi í Frem samstundis, men Bogi leggur herðslu á, at tað var týdningarmikið hjá føroysku spælarunum ikki at hava eina ov stóra frástøðu frá hinum í hópinum.
Hevur eina góða kenslu
Abraham er sum venjari væl nøgdur við farna kappingarár, og hann situr eftir við einari góðari kenslu.
– Eg vildi sjálvandi altíð ynskt, at vit høvdu gjørt tað eitt sindur betri, men í tí stóra og heila, so eri eg nøgdur við kappingaárið, slær Abraham fast.
Ætlanirnar fyri komandi kappingarár byrja so smátt at koma á tekniborðið, og Abraham hevur eisini sett fram nøkur ynski, sum hann og nevndin í ÍF samskifta um.
– Vit mugu so síggja hvat fer at bera til, men sum venjari havi eg ikki ynskt at fáa so ræðuliga nógvar nýggjar spælarar. Tað, sum eg kundi hugsað mær, er at fara eftir tí, sum vit tørv á. Ikki bara at royna at fáa eina rúgvu av fólki til felagið, men heldur at fáa tær røttu persónligheitirnar, og tær røttu spælitypurnar til ÍF, greiðir Abraham frá. Hann arbeiðir við hesum ætlanunum í høvdinum, og so fer tíðin at vísa hvussu nógvar av hesum verða førdar út í lívið.
Undirhildu kanska ov nógv
Abraham hevur bæði sum spælari og venjari verið ein garantur fyri tí framrættaða spælinum, men sæð í bakspeglinum, so hevði hann ynskt, at tað kanska var lopið eitt sindur minni á, og heldur bundið betri fyri afturi á vøllinum.
– Eg vil siga, at tað eydnaðist næstan ov væl hjá okkum at spæla undirhaldandi fótbólt. Tað bleiv ov ofta talan um ov nógv mál í tí skeiva endanum av vøllinum. Men stórt sæð vil eg siga, at vit vóru millum tey liðini í vodafonedeildini, sum spældu mest undirhaldandi, greiðir Abraham frá, uttan nakran iva í røddini.
– Eg trúgvi innast inni, at høvdu vit spælt meira uppá at halda tætt, og standa longri afturi á vøllinum, so høvdu vit óivað havt eina betri endastøðu á stigatalvuni. Men so høvdu spælarnir als ikki havt stuttleikan av at spæla fótbólt, og eg trúgvi heldur ikki, at spælarnir høvdu verið líka hugagóðir.
Serstakt við pápa sum venjara
Spurdur um hann ikki kundi hugsað sær at verið á sama liði, sum Karl til komandi kappingarár, svarar Bogi, at tað hevði sjálvandi verið stuttligt, men hann kann ikki staðfesta, um tað verður støðan í 2011. Bogi hevði leikbann, tá NSÍ og ÌF møttust í seinasta triðinginum av kappingini í ár, so hann fekk ikki roynt seg í dysti ímóti yngra beiggjanum og pápanum.
Karl viðgongur, at tað er eitt sindur serstakt at hava pápa sín sum venjara, men hann hevur givið pápa sínum heimild at skelda seg líka nógv, sum ein einhvønn annan spælara hjá ÍF, um tørvur er á tí.
Abraham leggur dent á, at tá hann evaluerar dystin aftaná leiklok, so hugsar hann ikki um Karl, sum sítt avkom, men sum einhvønn annan ÍF-spælara. Abraham staðfestir hinvegin, at viðhvørt er tað eisini neyðugt at samskifta við spælarar undir fýra eygum, eisini Karl.
Abraham dugir eisini at bera rósandi orð til spælarar, tá teir hava staðið seg væl. Tann opni spurningurin til komandi kappingarár stendur so eftir. Verða allir tríggir Løkin-mennirnir at finna við Skarðsá í Fuglafirði í 2011, og verða teir tá allir á útivølli við Løkin í Runavík?
HOYR RADIOSAMRØÐUNA VIÐ KARL, BOGA OG ABRAHAM LØKIN Á RÁS2, FRÍGGJADAGIN KLOKKAN 15.15