Inntøkumarkið fyri, nær ein familja kann fáa tað serliga familjuískoyti, skal hækkast. Tað heldur Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinna. Og tað hevur hon nú lagt uppskot fyri Løgtingið um at gera.
Í 2015 samtykti Løgtingið at veita familjum, sum eru serliga illa fyri fíggjarliga, eitt serligt fíggjarligt úskoyti. Endamálið við tí var at basa fátækadøminum ímillum barnafamiljur.
– Hinvegin vóru inntøkumørkini sett so lágt, at tað var ikki væntandi, at hetta var nóg mikið í sær sjálvum, og tískil skuldu onnur átøk til, sigur Sonja Jógvansdóttir.
Nýggjastu tølini hjá Hagstovuni, sum eru fyri 2016 og prógva eisini, at hetta var ikki nokk, tí talið á børnum, sum eru í fátækadømi er lítið og einki minkað, staðfestur hon. Hon staðfestur eisini, at hóast treytirnr fyri at fáa stuðulin, eru linkaðar, hevur tað ikki hjálpt.
– Tá familjuískoyti varð útgoldið fyri august í ár, var talan um 291 familjur, ið fingu stuðul. Av hesum vóru 252 stakir uppihaldarar, og 39 vóru í parlagi.
Sum lógin er nú, fáa stakir uppihaldarar fult famuljuískoytið, tá ið inntøkan er undir 200.000 krónur um árið, men so lækkar ískoytið so líðandi, til tað at enda fellur heilt burtur. Fult familjuískoytið er 18.000 krónur um árið fyri tað fyrsta barnið. Eru fleiri børn, hækkar tað 5.500 krónur fyri hvørt barnið.
Men nú vil Sonja Jógvansdóttir hava, at inntøkumarkið skal hækkast upp í 220.000 krónur um árið, samstundis sum at ískoytið skal hækkast upp í 24.000 krónur fyri tað fyrsta barnið, og eru fleiri børn, skulu tey fáa 9.000 krónur afturat fyri hvørt barnið.
uppihaldarar, sum liva hava sambúgva, ella eru hjún, fáa fult ískoyti, tá ið inntøkan er undir 280.000 krónur í inntøku um árið. Fult familjuískoytið er 22.000 krónur um árið fyri tað fyrsta barnið, og hava tey fleiri børn, hækkar ískoytið 5.000 krónur fyri hvørt barnið. Men so lækkar stuðulin so líðandi til tað fellur heilt burtur.
Í hesum førum vil Sonja Jógvansdóttir í fyrstu syftu hava inntøkumarkið hækkað upp í 380.000 krónur, og í øðrum lagi vil hon hava familjuískoytið at hækka upp í 24.000 krónur um árið fyri tað fyrsta barnið, og eru fleiri børn skal tað vera 9.000 krónur afturat fyri hvørt barnið.
Annars kann familjuískoytið ikki latast, eigur umsøkjarin ognir fyri meiri enn 30.000 krónur, men eftir uppskotinum hjá Sonju Jógvnsdóttir skal tað hækkast upp í 60.000 krónur.