Fótbóltur
Nøkur av heimligu feløgunum hava seinnu árini tikið upp siðin, har spælararnir á besta liðnum hava fast ryggnummar alt kappingarárið. Síðani reglan varð sett í verk til EM-endaspælið í ’92, hava alt fleiri lond tikið regluna til sín, og eru Føroyar helst eitt undantak í so máta.
Betri eyðmerking
Ein einvís nummerering av spælarunum hevur fyrst og fremst tann fyrimun, at eyðmerkingin av hvørjum spælara verður munandi lættari.
Hjá teimum, sum fáast við hagtøl, er tað munin lættari, um spælari hevur sama nummar til hvønn dyst, og fyri áskoðaran ger tað eisini uppgávuna at kenna spælararnar nakað væl lættari. Ikki minst, tí talan tá eisini gerst um leikskráir, sum eru álítandi, tá tað ræður um at hava rætta nummarið til einstøku spælararnar á liðunum báðum.
Væl hgusandi
Spurningurin hevur eisini verið reistur á formansfundi millum FSF og feløgini, og tað tykist í løtuni sera sannlíkt, at reglan verður sett í verk í ár.
- Eingin formlig niðurstøða varð gjørd á fundinum, men tað er mín greiða fatan, at hetta er ein spurningur, sum Kappingarnevndin væl kann avgreiða, sigur Ísak Mikladal, aðalskrivari.
Formaðurin í Kappingarnevndini, Høgni í Stórustovu, er kanska ikki ehilt so sannførdur um sínar heimildir í so máta, men hann metir tað eisini sanníkt, at ein slík regla verður sett í verk.
- Tað hevur verið tosað um hetta áður, og ivaleyst er tað eisini ein spurningur, sum verður umrøddur á næsta fundinum hjá FSF. Sjálvur síggi eg fleiri avgjørdar fyrimunir í hesum, so tað er væl hugsandi, at reglan verður sett í verk í ár, sigur Høgni.
Aðalfudnurin hjá FSF verður annan leygardag, og skal reglan setast í verk, verður hetta ivaleyst fráboðað á tí fundinum.