Fyrst í næsta ári verður farið undir eina skipan í Havnini við føstum dansikvøldum fyri ung undir 18 ár. Talan verður um dans í rúsfríum umhvørvi og dansurin verður í nýggju hølunum hjá Dansifrøi í Gundadali.
Dansifrøi hevur fingið meiri í stuðuli frá Tórshavnar Kommunu til byggingina enn vanligt.
Men endamálið hjá býráðnum við tí, var at útvega høli til at hava dans í til tey heilt ungu, sum annars verða útihýst í vanligu dansihølunum, har tað eisini verður skonkt sterkt.
Tað avmarkar møguleikarnar hjá teimum heilt ungu at hittast og hugna sær við dansi og sosialari samveru um kvøldarnar rættiliga nógv.
Afturfyri at hava latið Dansifrøi serligan stuðul, hevur býráðið tryggjað sær rætt til hølini minst tvey kvøld um mánaðin tey næstu 10 árini.
Og hesi kvøldini er ætlanin brúka hølini til at hava diskotek og annan dans í fyri ung undir 18 ár.
Hetta er ein skipan, sum kemur í gildi í januar mánaði, varð upplýst á býráðsfundi í Havn hóskvøldið.