Færri yngri løntakarar

Fyrstu fýra mánaðirnar í ár hevur talið av løntakarum verið umleið 23.200 og er hetta umleið 950 færri samanborðið við í fjør. Serliga stór minking hevur verið í aldursbólkinum 25 til 39 ár.

Í apríl vóru 23.260 løntakarar, sum er 965 færri enn í apríl í fjør. Minkingin er 4%. Tað vísa tøl frá Hagstovu Føroya.

Tað eru afturgongd í øllum høvuðsvinnugreinum, men serliga innan fiskivinnu og aðra ráevnisvinnu er minkingin stór. Í apríl í fjør vóru umleið 4.300 til arbeiðis har, nú eru tey 3.600, ella smá 700 færri.

Í apríl 2005 vóru 24.466 løntakarar og seks ár seinni vóru tað 1.200 færri. Eftir aldursbýti er gongdin, at tað eru 1.800 færri undir 40 ár, meðan tað eru 600 fleiri løntakarar yvir 40 ár. Serliga stór er minkingin í aldursbólkinum 25 til 39 har 1.568 færri løntakarar eru.

Ein orsøk til at tað eru 20% færri løntakarar í aldursbólkinum 25 til 39 ár er gongdin í fólkatalinum. Síðan 2005 eru tað vorðin 1.150 fólk færri í Føroyum í hesum aldursbólki. Í øllum hinum aldursbólkunum eru fleiri, men kortini er tað ongin framgongd av løntakarum uttan í bólkunum 55-66 og 67-74 ár.