Mánadagin byrjar skúlagongdin á HF-skúlanum í Klaksvík aftur, og komandi árið verða tað færri næmingar á skúlanum, enn tað hava verið seinastu tvey árini.
Vanliga ganga tveir flokkar á skúlanum, men seinastu tvey árini hava tríggir flokkar verið í skúlanum.
Í summar vóru tveir flokkar lidnir, og tá ein nýggjur flokkur nú er tikin, er tað aftur sum vanligt á skúlanum.
40 næmingar fingu HF-prógv í summar, og tey eru nú burtur. 20 næmingar halda fram í í 2. flokki, og nú byrja 24 nýggir næmingar á skúlanum.
Komandi árið verða tað tí um 44 næmingar á skúlanum aftur ímóti fleiri enn 60 næmingum seinasta skúlaár.
Mest konufólk
HF-skúlin í Klaksvík lokkar serliga konufólk. Tað eru lutvíst fá mannfólk, sum ganga á skúlanum, og eisini í nýggja flokkinum er støðan tann sama.
Mánadagin byrja 20 konufólk og 4 mannfólk í nýggja flokkinum, og í 2. flokki eru eisini nógv fleiri konufólk enn mannfólk.
Einir 12 lærarar eru knýttir at undirvísingini á HF-skúlanum í Klaksvík, og tað svarar til eini sjey fulltíðarstørv.
HF-skúlin í Klaksvík er í góðum standi, eftir at nógvar umvælingar eru gjørdar seinastu árini. Miðhæddin og ovasta hædd eru sum nýggjar, og telduútgerðin í skúlanum er nýggj.
Næstu tíðina verða onkrar umvælingar gjørdar í niðastu hæddini.










