Færri flyta um Oyrasund

Talið á teimum, sum flyta úr Danmark yvir um Oyrasund til Svøríkis, er minkað nógv tað seinasta árið

Fyrra hálvár fluttu 556 fleiri eystur um Oyrasund enn hinvegin, og tað er nógv minni enn í sama tíðarskeiði í fjør, tá 1.209 fleiri fluttu úr Danmark til Skåne enn hinvegin. Gongdin er tann sama, um hugt verður at, hvussu nógvir danir flyta til Malmø. Fyrra hálvár í ár var talið 325 ímóti 801 somu mánaður í 2007, sigur danska hagstovan.

Hildið verður, at tað er prísgongdin á íbúðar- og húsamarknaðinum í Keypmannahavn og Skåne, sum er orsøkin. Prísurin fellur báðumegin Oyrasund, men kortini væl skjótari donsku megin sundið enn eystanfyri.