Talið á flóttafólki í útlegd minkaði eina millión í fjør. Samstundis vísa tølini, at tey útlagnu flóttafólkini vóru fýra milliónir færri í tali í fjør enn fyri tíggju árum síðani, og at umleið fimm milliónir flóttafólk eru farin aftur til heimlandið ella hava funnið sær annað land at búgva í.
-Hetta er at fegnast um, sigur ST-hákommiserurin í flóttafólkamálum, niðurlendingurin Ruud Lubbers, við Reuters. Hann sigur, at broytingin kemst av, at tað var friðarligari í heiminum í fjør enn árið fyri, men ein stór orsøk er eisini, at nógv lond eru farin at sýta fyri at taka ímóti flóttafólki. Tey ríku ídnaðarlondini vestanfyri hava táttað sínar reglur um flóttafólk, og lond sum Jordan og Iran stongdu síni landamørk, tá kríggið í Irak byrjaði.
Ruud Lubbers sigur, at hóast hagtølini bera á tað rætta borðið, er vandi fyri, at tann harði flóttafólkapolitikkurin hjá ES-londunum kann hava við sær, at minni verður gjørt fyri at hjálpa flóttafólki í øðrum pørtum av heiminum.
-Onnur lond fara at hyggja at ES, og tey fara at siga sum so, at kunnu tey evropeisku londini herða sín politikk, so kunnu tey gera tað sama, sigur Lubbers.
Tølini vísa týðiliga, at flóttafólkini hava skilt boðskapin frá teimum evropeisku londunum. Í fjør søktu 288.000 flóttafólk um friðskjól í ES-londunum, og so fáar hava umsóknirnar ikki verið síðani 1997.