Sanoyingurin Frankie Jensen er blivin venjari í danska felagnum Skjold. Hann venur 2. lið í felagnum, sum spælir í Danmarksseriuni. 1. lið hjá Skjold spælir í 2. deild, sum er beint omanfyri Danmarksseriuna. Frankie Jensen hevur í fleiri ár verið venjari í ÍF Føroyum. Í ár hevur hann vant føroyska útisetaliðið saman við Julian Hansen, men Frankie skal fram til næsta summar venja næstbesta liðið hjá Skjold. Frankie Jensen fer í januar undir at taka A-venjaraútbúgvingina hjá DBU, og tað skal hann gera saman við onkrum venjarum úr 1. deild og úr superliguni.









