Føroyskur tónleikur stendur seg væl

Meira enn helmingurin av sangunum á 15 teimum bestu hesa vikuna eru føroyskir. Páll Finnur Páll er á toppinum, og Eyðun Nolsøe kom sum eitt strok inn á listan Føroyskur tónleikur hevur tað gott á 15 teimum bestu í løtuni. 8 av 15 sangum, sum eru á listanum hesa vikuna, eru føroyskir.

 

Páll Finnur Páll er aftur hesa vikuna ovast á listanum við sanginum Mín Russiski Vinur, og í hølunum á teimum er Eyðun Nolsøe.

 

Eyðun Nolsøe gav herfyri nýggja fløgu út, og sangurin Hvønn Dag er hástøkk á listanum hesa vikuna.

 

Onnur føroysk nøvn á listanum eru Rannvá Jacobsen, Eivør Pálsdóttir, Boys In A Band og Sic.