Føroyskur stuttfilmur í uppskoti til Jury Prize

Stuttfilmurin ?Bow?, sum Rannvá Káradóttir hevur latið úr hondum, er í uppksoti til Jury Prize á stórum filmsfestivali í New York.

Fimm filmar eru í uppskoti til heiðurslønina. Tríggir dokumentarfilmar og tveir stuttfilmar.

 

Filmsfestivalurin verður í døgunum frá 25. januar til 1. februar. Vinnarin verður kosin tann 1. februar.

 

Stuttfilmurin ?Bow? var framleiddur í Bankok í januar í fjør. Rannvá Káradóttir setti tá upp dansi-og tónleikatiltakið ?The Final Bow?, umframt at hon framleiddi stuttfilmin ?Bow?, sum ein part av stóru dansiverkætlnini.

 

Brellbiti frá stuttfilminum her