Føroyskur sosialpolitikkur, hvat er tað?

? ? ?

Fundarárið 1998-99 hjá Kvinnufelagnum er byrjað, og fyrsti fundurin verður mánakvøldið tann 25. oktober kl. 20.00 í Mettustovu, har landsstýriskvinnan í almanna- og heilsumálum, Helena Dam á Neystabø, fer at siga frá sínum hugsanum um, hvat føroyskur sosialpolitikkur er og kundi verið.

Tað ræður um at hjálpa til, nú nýggjar leiðir á almanna- og heilsuøkinum skulu finnast. Tær skulu helst verða bæði betri og bíligari enn tær, vit hava, so brúk er fyri øllum góðum kreftum, eisini okkara.

Umsorgan hevur altíð verið ábyrgdarøkið hjá kvinnum, og vit hava tískil bæði vitan og royndir at lata frá okkum hesum viðvíkjandi. Aftrat tí er tað avgerandi fyri javnstøðuna millum kynini, at sosiala økið virkar væl.

Also: nýtið endiliga hetta høvið at fáa innlit í, hvørjar hugsanir landsstýriskvinnan hevur um framtíðar sosialpolitikkin í Føroyum og til at siga tykkara egnu hugsan um máið.

Annars hevur aðalfundur verið. Nevndin var afturvald og hevur skipað seg við Bergtóru Hanusardóttur sum forkvinnu. Hinir nevndarlimirnir eru Inga Ellingsgaard, Marjun Berg, Gunnvá Haldansen og Thurid Justinussen, eykalimirnir Kristina Eldevig og Lisbeth L. Petersen.