Føroyskur maskinmaður fekk hjálp frá norskum skipsfeløgum

Maskinmeistaraverkfall er í norska fiskiflotanum, og tað rakar eisini føroyingar við norskum skipum Sambært norskum fjølmiðlum hevur norska fiskiskipareiðarafelagið gjørt, at maskinmeistarar, sum eru í verkfalli, skulu av skipinum og til hús, so hvørt sum skipini koma inn.

Hetta er eftir øllum at døma eisini galdandi fyri teir maskinmenninar, sum hava langan veg til og frá skipi, og tað ber millum annað í sær, at føroyskir maskinmenn kanska skulu heima til Føroya at bíða, til verkfallið er av.

Norska maskinmeistarafelagið sigur seg hava fingið at vita um ein føroyskan maskinmann, sum hevur fingið boð um at fara til hús. Felagið sigur, at reiðaríið hevði tikið dagpengarnar frá føroyska maskinmanninum og býtt teir ímillum hinar av manningini, men at teir góvu honum pengarnar aftur.

Verkfalsnevndin hjá maskinmannafelagnum sigur seg vera ovfarna av samhaldsfestinum og stuðlinum til tann føroyska maskinmannin, sum sambært felagnum fer til Føroya í morgin.