Føroyskur flokkur á donskum skúla

19 føroyskar kvinnur hava við fjarlestri á donskum skúla útbúgvið seg til baccelorar í pedegogikki. Árgangurin á skúlanum hevði besti úrslit nakrantíð

Ikki øll, sum søkja inn á pedagogútbúgvingina í Føroyum, sleppa inn. Haraftrat er tað møtimikið hjá teimum, sum hava børn og ikki búgva í Havn, at skula ferðast aftur og fram hvønn dag millum heim og skúla.
Hetta var orsøkin til, at Hervør Nolsøe í Klaksvík valdi at søkja inn á ein danskan skúla og lesa á netinum.
Tað vóru fleiri smærri pedagogskúlar á Norðursælandi, og Hervør byrjaði á einum teirra. Síðan eru teir allir lagdir saman til “Pedagoguddannelsen Nordsjælland”, haðani tær 19 nú hava fingið prógv.
Útbúgvingin tekur trý ár. Tey, sum ikki hava royndir, skulu tríggjar ferðir í starvsvenjing, men hesar 19 fóru bara eina ferð í praktikk, tí tær høvdu allar royndir. Nakrar føroyskar aftrat í sama flokki fáa prógv um eitt hálvt ár, tí tær høvdu ikki royndirnar.

Gott og strævið
Hervør er fegin um at vera komin á mál. Tað var ein góður skúli og ein avbera góður flokkur, men tað hevur verið sera strævið, tí hon arbeiddi fulla tíð tað mesta av tíðini, meðan hon las.
- Men tað var tað vert, sigur hon.
Tað mesta av undirvísingini fór fram á netinum, har flokkurin hevði sína egnu skúlastovu.
Nakrar ferðir ahav tær verið á skúlanum og fingið undirvísing, og fleiri ferðir hava tveir lærarar veri í Føroyum og undirvíst í tveir dagar á rað hvørja ferð. Henda undirvisingin fór fram við Gjógv.
Hervør viðgongur, at tað var hart at arbeiða, samstundis sum hon las. Hinvegin var tað ein fyrimunur at kunna royna nýggja kunnleikan beinanvegin. Tað seinasta hálva árið hevði hon ikki orku til at arbeiða eisini.

Kostar
Tað er ein fyritøka at fara undir slíka útbúgving, tí skúlin kostar nógv, bøkurnar tað sama, og ferðaútreiðslurnar og útreiðslurnar við at vera í Danmark ella eitt vikuskifti við Gjógv eru ikki smáar. Stuðul var eingin.
Elsti næmingurin í flokkinum hjá Hervør ar 55 ára gomul, og bara onkur hendinga næmingurin var blaðung.
- Tær flestu vóru í 30-árunum og høvdu børn, og vit fóru allar miðvíst í útbúgvingina. Tað mundi vera tí, at úrslitini vóru so góð, sigur Hervør.
Uppi í tí hongur eisini, at fólk, sum brúka so nógvan pening til eina útbúgving, tveita ikki peningin burtur við at gevast.
28. januar vardi Hervør baccelor-uppgávu sína og fekk prógv.
Enn hevur hon ikki fingið nakað starv. Men tað verður neyvan nakar trupulleiki, heldur hon.