Føroyskur fimleikur á veg fram

Vanliga fær føroyski fimleikurin ikki tað stóru umrøðuna, men á oyggjaleikunum á Ynos Mon, vístu føroysku luttakararnir, at teir so sanniliga eisini megna at vinna heiðursmerki

Vanliga er fimleikur við á oyggjaleikunum, men í ár mátti henda ítróttargrein víkja fyri bowling. Tað er soleiðis, at at hvørt ár verður ein ítróttargrein skift út til frama fyri eina meira ótraditionella, og í ár stóð fimleikurin fyri skotum, men verður hann so við aftur næstu ferð. Oyggjaleikakappingin í fimleiki varð tó avrikað í suumar, og fóru Føroyar avstað við sekstan heiðursmerkjum og eisini einum samlaðum øðrum plássi. Hetta er besta avrik hjá føroyskum fimleiki nakrantíð, og vísur hetta,at føroyskur fimleikur hevur ment seg merkisverdigt, og at vit eru væl og virðiliga á støði við oyggjasamfeløgini kring okkum.

Við á Ynos Mon vóru 15 fimleikarar. 5 kvinnuligir juniorar, ið samanlagt fingu 3 heiðursmerki. 5 kvinnuligir seniorar, ið eisini fingu 3 heiðursmerki, tvey í liðkapping og eitt silvurmerki á gólvinum, og 5 mannligir seniorar, sum samanlagt fingu 10 heiðursmerki. Av hesum 10 áttu Høgni Øster og Helgi Winther Olsen meginpartin. Teir báðir hava vant í Danmark seinasta árið.


Væntaðu at støðið var hægri

Men hvussu við fimleikarunum sjálvum, merkja teir munin, og hvussu stórar vóru vónirnar til kappingina á Ynis Mon? Vit høvdu væntað at støðið var nógv hægri, siga Marina Moraitis og Torgerð Hentze Olsen, ið báðar vóru við. Aftan á at hava sæð nøkur av hinum vant, blivu vit eitt sindur meira sjálvsikrar, og vónirnar, um at klára okkum væl, øktust. Spurdar um tað ikki eisini eru tær sjálvar, ið eru væl fyri fimleikaliga, nikkaðu tær. Liðið hevur sum heild ment seg ótrúliga nógv seinasta hálva árið, og tað man serliga vera rumenska venjaranum Niko at takka.

Vit hava ikki áður verið vand so málrættað og av yrkisvenjara á so høgum støði, og hetta virkar eisini uyppbyggjandi moralskt. Ein ger sjálvur størri innsats, so hvørt sum krøvini hækka. Rumenski venjarin verður tó ikki verðandi í Føroyum, og hetta halda bæði Marina og Torgerð vera óheppið. Tær halda at støðið verður kanska hildið eitt sindur aftur, tí føroyingar eru ikki vanir at venja líka hart, sum tey gera uttanlanda, umframt at venjingarumstøðurnar ikki eru av teimum allarbestu her heima.

Springgólvið

Serliga hugsa tær um springgólvið, sum er eitt gólv, ið gevur fimleikarunum betri avsett, og harvið lættir um, tá lop og annað skal gerast. Hetta gólv verður nýtt til venjing og kappingar alla staðni í heiminum, og tískil er sera týdningarmikið, at vit fáa vant á slíkum gólvi er heima. Havnar Fimleikarafelag hevur eitt slíkt gólv, men við tað at høllin er ov lítil, fæst ikki full nytta burtur úr hesum.

Eyvind Akraberg Hansen, ið eisini var á oyggjaleikalandsliðnum í summar, sigur at áheitan er send til Býráðið um at fáa eitt stað at leggja gólvið, soleiðis at sleppast kann undan, at ov nógv tíð verður nýtt tilat gera amboðini klár, og at venjingartíðin harvið gerst styttri.


Ov fáar framsýningar

Eisini viðvíkjandi framsýningum og kappingum er semja um, at ov lítið verður gjørt burtur úr. Sum nú er, er bert ein uppvísing alt árið, umframt sjálva føroyameistarakappingina. Fimleikararnir hava tískil ov lítið at síggja fram til, siga Marina og Torgerð, sum eisini eru samdir í, at meira átti at verið gjørt við hetta.

Helst eru tey í fimleikasambandinum av somu fatan, tí sum skilst, so verður í løtuni arbeitt við at fyrireika nakrar kappingar, sum so verða hildnar í vetur.


Skulu kappast í vetur

Tær báðar Marina og Torgerð eru limir í ávíkavist Havnar fimleikafelag og fimleikafelagnum ljósinum. Tær vandu nógv saman til oyggjaleikirnar, men eru annars kappingarneytar, tá kappast verður her heima.

Spennandi verður at síggja, hvussu leikur fer at ganga, tá tær báðar skulu dystast móti hvørjum øðrum á komandi FM kapping í reiðskapsfimleiki.