Føroysku hondbóltskvinnurnar kunnu lyfta høvdið høgt (FM1)

(FM1) Hoyr Duritu C. Jojic, Anniku F. Petersen og venjarin, Águst Jóhansson seta orð á heiðurliga avrikið móti Rumenia

##med2##

Rumenia er fimtbesta hondbóltskvinnulandsliðið í heiminum, men tær sluppu uppá yvirarbeiði fyri at knógva Føroyum, og vóru onkrir marginalar blíðir við føroyska liðið hevði Rumenia ikki fingið tvey stig í høllini á Hálsi í dag.

Rumenia vann 25-20 á Føroyum í EM-undankappingardystinum, men í steðginum vóru Føroyar á odda 12-11. Sjúrður H. Hoydal, hondbóltsfrásøgumaður og viðmerkjari hjá FM1 lýsir fyrra hálvleik at verða tann besta hálvleikin hjá einum føroyskum landsliði nakrantíð.

Føroyar-Rumenia 20-25 (12-11)

Føroyar: Súna K. Hansen 5, Maria H. Weyhe 5, Marianna G. Eystberg 4, Durita C. Jojic 2, Pernille Brandenburg 1, Kristianna H. Joensen 1, Marita Mortensen 1, Turið A. Samuelsen 1. 

Toppskjúttar hjá Rumenia: Eliza Buchesci 6, Andrea Molnar 4, Raluca Bacaoanu 4. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr Sjúrð H. Hoydal siga frá dystarendanum.

2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Duritu C. Jojic. Durita iðrar seg um, at føroyska liðið ikki fekk betur fatur á rumenska liðnum í seinna hálvleiki, men hon slær fast, at talan er um krútsterka mótstøðu, og tí heldur hon, at hon og liðfelagarnir kunnu verða nøgdar við leikliga avrikið.

3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við landsliðsvenjarin, Águst Jóhansson sum hevði sett nøsina upp ímóti at fáa stig aftaná framúr góða avrikið í fyrra hálvleiki. Águst kann tó gleðast um avrikið, og kann staðfesta, at føroysku kvinnurnar eru væl fyri, og venja harðari úti í feløgunum.

4) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við málverjan, Anniku Fríðheim Petersen sum stóð framúr væl. Annika sigur, at hon vildi spenna seg eyka nógv út móti góðu skjúttunum hjá Rumenia. Annika hevur vónir um, at føroysku kvinnurnar kunnu gera tað enn betur móti Pólandi og Ukraina á heimavølli í hesari undankappingini.  

 

(Føroyar-Rumenia 20-25: Dystarendin og samrøður við Duritu C. Jojic, Ágúst Jóhansson og Margit F. Weihe)