Føroyskt snið til tey kongaligu

Í sambandi við frokostin í Müllers Pakkhúsi, sum Tórshavnar Býráð var vertur fyri, handaði býráðið teimum kongaligu gestunum hvør sína gávu.

Tað var Heðin Mortensen, borgarstjóri, ið handaði kongaligu gestunum gávurnar. Allar gávurnar vóru føroyskt handverk.

Pløgg og fjallstavur
Margreta Drotning fekk eitt hvítt sjal, sum Randi Vang hevur bundið við hond. Henrik Prinsur fekk ein fjallstav, sum Nigro Hermansen hevur gjørt. Sjálvur var Nigro tíverri ikki til staðar, tí at hann var á víkingaferð í Íslandi.
Fredrik Krúnprinsur fekk eina myrka troyggju, sum kenda sniðgevaraduoin Guðrun og Guðrun høvdu sniðgivið og tilevnað. Troyggjan var gjørd úr seyðaskinni.
Seinasta gávan var latin Mary Krúnprinsessu, og hetta var eitt sett, sum ungi sniðgevin Inga Maria Vang úr Havn hevði gjørt. Settið var morreytt á liti.
Sum áðurnevnt var Nigro Hermansen ikki við til gávuhandanina, men allir hinir sniðgevararnir vóru á staðnum.