Torfinnur Dalsgarð, bóndi, slaktaði fyri nøkrum døgum síðan eitt neyt til eina heldur forkunnuga fyritøku asiatiskar rættir. Tað er Grækaris Magnussen, sum hevur bílagt. Í nakrar dagar hevur kjøtið hingið í kølirúmi og í løtuni eru Grækaris í ferð við at skera kjøtið í bitarnar, sum skulu kryddast við asiatiskum kryddaríum. Grækaris fer at selja asiatiskar rættir í lítla handlinum yvir av Auto, sum eitur Bjalla Krydd & Krás.
Torfinnur Dalsgarð hevur 24 mjólkineyt og 50 neyt tilsamans í fjósinum úti í Havnadali. Tað eru nøkur, sum brúka hendan møguleikan at keypa kjøt í staðin fyri at keypa frá teimum vanligu matvøruhandlunum.
Tað er serliga út á heystið, at fólk bíleggja sær kjøt at koyra í frystiboksir. So tað gongur væl við tí. Dygdin er góð, betri í mun til tað innflutta kjøtið.
Kjøtið hevur hingið í nakrar dagar nú og eftir slaktið hevur Poul Müller tikið sær av grovskeringini. Og síðan er Grækaris Magnussen sloppin framat at skera í bitar og annað sum skal brúkast til sjálvu matgerðina. Í kvøld og í morgin skal kjøtið kryddast og Grækaris vónar, at hann kann bjóða kundum asiatiskar rættir mikukvøldið, og um ikki hetta eydnast, so hósdagin.
Kryddaríið, sum verður brúkt til hesar rættirnar er upprunavøra og kemur beinleiðis úr Asia, úr India, Teiland, Kina og Vietnam - og er ikki blandingsvøra aðrastaðni frá. Grækaris fortelur, at hetta er ikki tað sama sum ein fær í matvøruhandlum annars. Nei, hesar vørurnar sum vit innflyta eru væl betri enn, tað, sum ein fær aðrastaðni. T.d. eru rísini 100% jasmin-rís og ikki blandings-vøru, sigur Grækaris.
Eftir fínskeringina av kjøtinum fer hann í gongd við at krydda kjøtið, soleiðis at Ólavsøkugestir fáa møguleika at keypa sær hesar forkunnugu rættir, sum eru: Orientalsk karry-rættur við kalkunkjøtið. Paprika-rættur við føroyskum neytakjøti, og so ein meksikanskur chilli con carne-rættur eisini við føroyskum neytakjøti. Til allar rættirnar verður jasmin-rísi serverað. Til chilli con carni verður hakkikjøt av føroyskum neytakjøtið brúkt. Grækaris fortelur, at tað ikki er umstøður at gera meiri burturúr enn tríggjar rættir. Vit høvdu hugsað okkum kanska at víst, hvussu ein gjørdi rættirnar, men tað fer helst at vera ov trongligt nú á Ólavsøku.









