At talv og telving hevur tað gott í Føroyum, og at føroyskir ungdómar ikki standa nakað serligt aftanfyri javnaldrar í hinum Norðurlondum verður i hesum døgum undirstrikað í Finnlandi.
Síðani fríggjadagin hevur tað verið NM talvkapping fyri ungdómar í Finnlandi.
Venjari hjá føroysku telvarunum er okkara einasti stórmeistari Helgi Dam Ziska, og í ferðalagnum eru eisini fleiri foreldur.
Úr Finnlandi verður greitt soleiðis frá fríggjadegnum:
Nú fyrstu tvey umførini í NM-kappingini fyri skúlaungdóm eru avgreidd, kann ikki sigast annað enn, at føroysku telvararnir eru komnir væl frá byrjan. Í alt 5½ stig eru komin til høldar.
1. umfar plagar at vera soltið, av tí at telvararnir í ovaru hálvu møta teimum í niðaru hálvu. Hesaferð komu 1½ stig á kontuna, og vóru tað Eli, Janus og Luitjen, sum tryggjaðu stigini við góðum javnleikum ímóti sterkari mótstøðu. Lovandi støður vóru á fleiri av hinum borðunum – eitt nú høvdu Markus og Leif møguleikar at vinna síni talv – men tíverri gluppu møguleikarnir okkum av hendi í hesum umfarinum.
Paringin til 2. umfar boðaði frá javnari talvum enn tað fyrsta, men eftir fyrsta leiktíman stúrdi venjarin fyri gongdini. Dreingirnir fóru tó ein fyri og annar eftir at lira góðar leikir av sær, og so komu stigini rullandi. Fyrstur liðugur var Elias, sum hegnisliga nápaði ein bisp frá mótstøðumanninum og vann sítt fyrsta NM-talv. Stutt eftir skákaði Eli mótstøðukongin upp í saman og tryggjaði sær enn ein javnleik ímóti enn einum 2100-telvara. Síðani hálaði Leif eitt tungt, men væl uppiborið hálvt stig í land í truplum endatalvi. Jón hevði møguleika at fáa somu støðu tríggjar ferðir upp í saman, men gjørdi rætt í at royna víðari og vann at enda við einum frálíkum álopi. Sum síðsti maður í leiksalinum førdi Janus við tryggari hond eitt lumpisligt endatalv til sigurs. Mótstøðumaðurin spjálkaði og drýggjaði talvið út alt hann kundi, men legði at enda kongin ein leik fyri mát. Harvið løgdust 4 stig afturat teimum 1½ frá fyrsta umfarinum.
Hóast onkrir gyltir møguleikar ikki eru gagnnýttir, er tað gleðiligt at síggja, at dreingirnir allir sum ein hava spælt seg til góðar støður. At koma til møguleikar ímóti so sterkari mótstøðu er ikki bara sum at siga tað, og boðar hetta frá meira góðum í komandi umførum.
Og um dagin í gjár siga foreldrini soleiðis:
Nú annar dagurin er farin afturum, hava føroysku telvararnir fingið 11½ stig tilsamans, sum er áleið á støði við árini frammanundan.
Janus Skaale hevur tó skarað framúr, og liggur hann á einum deildum øðrum plássi. Hann var styrkismettur nr. 10 í B-bólkinum undan kappingini, men enn hevur hann ikki tapt. Í morgin fær hann tó truplan dyst móti Toivo Keinanen, sum liggur einsamallur á fremsta plássi í bólki B.
Markus Jacobsen, sum telvar í yngsta bólkinum, luttekur fyri fyrstu ferð í NM-kapping, og í dag fekk hann sín fyrsta sigur móti sterkum svia.
Foreldrini, sum eru við í føroyska ferðalagnum, hava verið eitt sindur ørkymlað um, at eingin atgongd er til hølini, har telvað verður. Einans telvarar og venjarar sleppa inn, meðan foreldur o.o. eru víst til eini høli við síðurnar av. Vit hava fingið upplýst, at tað er eftir ynski frá telvarunum, at foreldur ikki skulu hava atgongd til talvhølini. Av teimum 30 talvunum, sum verða telvað hvørt umfar, verður bert helvtin send live, tí finska talvsambandið eigur bara 15 live-borð. So umframt venjaraleiklutin at veita telvarunum ráðgeving og eftirmeting um einstøku talvini, hevur Helgi Dam Ziska eisini fingið leiklutin sum frásøgufólk hjá okkum foreldrum.
Annars eru umstøðurnar kring kappingina góðar, og eingin orsøk er at keða seg, tí kappingin verður hildin í einum stórum ítróttardepli í náttúruvøkrum staði nakað norðanfyri Helsinki. Her er kavi og heilt niður í 10 kuldastig.