Bogi Lenvig og Kristoffur Hentze luttaka í hesum døgum í europameistarakapping fyri juniorar í svimjing.
Kappingin er í russiska høvuðsstaðnum Moskva.
Millum 30 og 40 lond eru við í kappingini, og vanliga eru einir 400 svimjarar við. Kappingin er á sera høgum støði.
Teir báðir føroysku svimjararnir byrjaðu kappingarnar fyrradagin og hildið verður fram til í dag.
Venjari og leiðari á ferðini er Rókur í Jákupsstovu.