Føroyskir næmingar biðja fyri øðrum næmingum

Kring landið eru stovnaðir fleiri bønarbólkar. Hesir virka hvør sær, men koma eftir ætlan at savnast til eitt felags bønartiltak í Havn í apríl mánaði.

Í góðar tríggjar mánaðir hava ungfólk úr stórum pørtum av landinum savnast fyri at biðja fyri sínum vinum og skúlafeløgum. Kring landið eru hesir bønarbólkar skipaðir, sum hava fyri eyga at síggja, at veking brýtur ígjøgnum á skúlunum.
- Longu nú eru fleiri bólkar settir á stovn, men langt er enn á mál, siga fyrireikararnir á heimasíðuni hjá Filadelfia í Havn.
Málið er at seta á stovn bønarbólkar í øllum skúlum landinum.

Bønarstevna í apríl
Skipanin við hesum tiltakinum er tann, at fólk møtast eina ferð um vikuna at biðja.
Hvør bólkur telur umleið 3-8 persónar. Eru fleiri fólk í bólkinum, so verður bólkurin býttur sundur, so bólkatalið veksur alsamt. Ymiskt er, hvussu býtið er millum kynini og aldur.
Byrjað varð við framhaldsdeildini, men allir flokkar á øllum skúlum fara eisini at verða umboðaðir so við og við.
Tað er tó ikki bara eina ferð um vikuna, at fólkið møtist í bólkunum. Umleið fimtu hvørja viku møtast allir bólkarnir í umráðnum til eitt felags bønarmøti.
Har verður millum annað greitt frá, hvussu tað gongur á hvørjum skúla, sum er umboðaður. Tvær ferðir árliga verður eitt tiltak, sum savnar allar bønarbólkar í landinum. Tað fyrsta tiltakið verður væntandi í apríl mánaði í Havn.
Ein útvarpssending er eisini byrjað í hesum sambandi. Talan er um sendingina Zoé á Lindini, sum er at hoyra hvønn týsdag kl. 16 og sum verður endursend fríggjakvøld kl. 23. Ein heimasíða er eisini í gerð, so fólk kunnu fylgja, hvat hendir á skúlunum.
Tað er Ólavur Guttesen, sum hevur tikið stig til hetta arbeiðið.