Føroyski træskipaflotin komin til Odense

Seinnapartin komu føroysku træskipini, sum eru á ferð í Danmark fyri at heiðra, at Merkið er 100 ár í ár, til Odense.

Ferðin úr Skagen gekk væl, frættist av sluppini Johonnu TG 326, og seinnaprtin legði træskipaflotin at bryggju í Odense, meðan sjómansvísur ljómaðu á dekkinum.

##med2##

Í kvøld hugna manningarnar sær við at syngja, lurta eftir tónleiki og við at práta við fólk, verður sagt av Johonnu.

Ymsikt er á skránni hesar dagarnar, skipini liggja við bryggju í Odense. Tey loysa aftur frá bryggju í Odense sunnukvøldið um 17 tíðina.

##med3##

 

Myndirnar tók Páll G. Jacobsen umborð á Johonnu TG 326.

##med4##