Føroyskar lønir í Føroyum

Nú hevur Jóhan Dahl, vinnumálaráðharri, sent rundskriv út við treytum til útlendskar arbeiðsgevarar Nógv stríð hevur verið, síðan Sosialurin avdúkaði, at íslendingar kundu dumpa prísin við lønum til umbyggingina av Landssjúkrahúsinum.

Í dag hevur Jóhan Dahl sent rundskriv til øll landsstýrisráðini, har hann áleggur teimum at seta treytir, tá arbeiðir hjá tí almenna skulu gerast.

Hetta vil millum annað siga, at landsstýrismaðurin krevur, at lønirnar, sum vera lætnar í Føroyum, altíð skul samsvara við føroyskar sáttmálatreytir.

Hetta skal ráðið til eina og hvørja tíð hava rætt til at kanna.

Eisini stendur í rundskrivinum, at ráðini og stovnarnir hjá tí almenna kunnu lata vera við at gjalda fyri arbeiðið, um hetta skal til fyri at tryggja arbeiðarunum eina nøktandi løn.

Krøvini botnar hann í nøkrum treytum, sum er í eini danskari lóg frá 1957 um arbeiðsmarknað.

Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtaki, segði fyri kortum, at hetta rundskriv er ein bati, men at tað ikki er nóg mikið.

- Vit kundu helst hugsað okkum eina veruliga lóg, segði Sonja Jógvansdóttir.

Jóhan Dahl kannar málið hesum viðvíkjandi, men staðfesti tá, at tað tók ov langa tíð at gera eina lóg, og tí er hetta rundskriv nú komið.