24. oktober er ST dagur. Dagurin verður hildin fyri at minna á formligu stovningina av felagsskapinum Sameindu Tjóða eftir seinna heimskríggj, 24. oktober 1945. Síðani hevur verið skipað fyri tiltøkum um allan heim fyri at markera ikki bara henda dagin men eisini alt virksemið hjá ST.
Eisini í Føroyum halda vit ST-dagin. M.a. gera Demokratia og Javnstøðunevndin vart við dagin, og hetta verður gjørt við tiltaki í Norðurlandahúsinum. Á skránni eru framløgur um Kvinnurættindasáttmálan hjá ST, eisini nevndur CEDAW.
CEDAW varð samtyktur í ST í desember 1979 og fyllir sostatt 30 ár í ár. Sáttmálin hevur verið í gildi í Føroyum síðani 1983 og varð staðfestur av Føroya løgtingi í 1987. Tiltakið byrjar klokkan 15 og endar klokkan 17. Tað verður Lisbeth L. Petersen, fyrrverandi løgtingskvinna, sum setir ST-dagin.
ST fyllur nógv á altjóða pallinum, tó at hesin stovnur og tað hann stendur og arbeiðir fyri tíverri fyllur alt ov lítið í hugaheiminum og gerandislívinum hjá flestu av okkum. Summi eru entá farin at finnast at stovninum. Onkur heldur hann bara er eitt amboð hjá teimum sterku og ríku, meðan onnur halda, at ódemokratisk lond og lond, sum ikki virða mannarættindini sleppa at misnýta stovnin.
ST er so mikið stórur og altumfevnandi felagsskapur, at tað slepst neyvan undan, at tað verða gjørd mistøk. Vit mugu so eisini liva við, at samtyktir, sum meiriluti í felagsskapinum ger, verða als ikki fylgdar. Hesar snúgva seg m.a. um innrásina hjá Ísrael í palestinsk øki.
Hetta merkir, at ST má metast sum eitt amboð, ið vit bara mugu royna at fáa sum frægast burtur úr. Tað vil so vera, at tað verður torført at finna eina valdsjavnvág gjøgnum henda felagsskap, hóast øll heimsins lond eru limir. Hinvegin mugu vit ikki gloyma alt tað ótrúliga týdningarmikla arbeiði, sum er savnað undir ST regi. Her kemur felagsskapurin veruliga til sín rætt, eitt nú tá tað snýr seg um grundleggjandi mannavirði so sum rættin til eitt virðiligt lív. Vit kenna øll UNESCO og FAO fyri bert at nevna tvey av flaggskipunum undir ST.
Í Føroyum verður so dentur lagdur á rættin hjá kvinnum á hesi degi. Eitt frálíkt tiltak og høvi at taka júst javnrættindini fram. Tað eru tey í hesum landi, sum helst halda hetta vera fjant og fjas og óneyðugt. Nei tað er tað so sanniliga ikki. Hyggið til Noregs, har tey eru so mikið framkomin og mentað, at helvtin av allari stjórnini eru kvinnur. Hví ikki eisini her heima, nú okkum dámar so væl at vísa til virðini, sum Norðurlond eiga og hjúkla um. Vit ynskja Demokratia og Javnrættindanevnd góða eydnu og vóna, at tingið ikki skerjir játtan til hesar felagsskapir, ið vit so avgjørt hava tørv á.










