Føroyskar kvinnur eru eisini tær raskastu í Norðurlondum, tá tað snýr seg um tal av barnsburðum fyri hvørja kvinnu.
Føroyskar kvinnur føða í miðal 2,3 børn. Føðitíttleikin í Føroyum hevur verið hægri árini frammanundan.
Tað verður upplýst í noðurlendsku Árbókini 2010, sum kom út í dag.
Tað verður eisini upplýst, at Føroyar eru landið, har lutfalsliga flest av starvsfólkunum eru í parttíðar arbeiði við 34 prosentum.
Norðurlendska Árbókin 2010 verður útgivin av Norðurlendska Ráðharraráðnum. Bókin hevur sambærilig hagtøl úr Danmark, Finnlandi, Íslandi, Noregi, Svøríki, Føroyum, Grønlandi og Álandi.