Hóast donsku heilsumyndugleikarnir hava tikið avgerð um, at Danmark í gjár fór í tilbúgvingarfasu 6, fær hendan broytingin í fyrstu syftu ikki týdning fyri Føroyar Orsøkin til fasuskiftið er, at donsku myndugleikarnir hava staðfest at Influensa A (svínakrím) hevur spreitt seg í Danmark, og at talið av smittaðum økist í teimum londum, ið nógvir danir ferðast til.
Í samráð við danska Heilsustýrið hava føroysku heilsumyndugleikarnir tó gjørt av, at føroyska tilbúgvingin fyribils verður óbroytt.
Landslæknin metir ikki, at fólk í Føroyum sum heild hava orsøk til ótta. Kemur tú heim eftir ferð uttanlands og fær sjúkueyðkenni sum influensa (knappliga íkomin sjúka við fepur yvir 38 hitastig Celsius, sjúkueyðkenni frá andaleið og pínu í vøddum), skal tú seta teg í samband við egnan lækna ella læknavakt.
Um mánaðarskiftið vóru skrásettir 6.173 smittaðir tilburðir í EU og EFTA og 2 deyð av smittu. Uttanfyri EU og EFTA vóru tá skrásettir 66.980 smittaðir tilburðir og 322 deyð av smittu.
Í Danmark vóru skrásettir tilsamans 50 tilburðir, og av hesum vóru 31 smittaði uttanlands og 19 í Danmark. Í Íslandi eru 4 skrásettir tilburðir. Í Grønlandi er eins og í Føroyum eingin skrásettur tilburður við H1N1 smittu enn.