Føroyska páskastevna á enskum

Í hesum døgum verður skipað fyri páskastevnu í Meinigheitshúsinum í Havn. Tað serstaka við hesi páskastevnuni er, at øll møtini verða týdd til enskt. Páskastevnan byrjaði í gjárkvøldið, og heldur fram til 2. páskakvøldum við møtum hvørt kvøld kl. 18.

- Vit hava eina spennandi skrá við góðum talarum og sangframførslum hvørt kvødið, sigur Maja Jakobsen, sum er ein teirra sum hevur lagt stevnuna til rættis.

Ein partur av hesi fyrireikingini er at skipa soleiðis fyri, at øll møtini verða týdd til enskt.

Hetta gongur fyri seg á balkongini í møtisalinum, har týðarin situr og umsetur til enskt fyri tey áhugaðu og sum til høvið hava headsett á.

Møtini halda fram í kvøld kl. 18, tá Alfred Olsen talar og Jóhan Magnus K. Olsen fer at syngja. Páskakvøld talar Reimund Langgard og 2. páskakvøld talar Alfred Petersen.